Páskastevna í Eysturoynni

Tær tríggjar samkomurnar Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði skipa fyri møtunum, sum verða frá skírhósdegi 29. mars til  páskadag 1. apríl.
Møtini skírhósdag og langa fríggjadag verða í Siloa kl. 18.
Skírhósdag tala Páll á Lakjuni, Marita á Lakjuni og Arni Zachariassen.
Langa fríggjadag tala Noomi Gregersen og Poul Jóhan Djurhuus. Eisini luttekur Siloakórið.
Langa fríggjadag kl. 21 verður ungdómsmøti í Siloa. Símun Absalonsen talar.
Leygardagin verður farið á Kambsdal.
Sum nakað nýtt verða

 

fimm forvitnisligir áhugatímar í Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Tímarnir vera kl. 15 og endurtiknir kl. 16 við drekkamunni ímillum. Møguleiki er at velja tveir tímar.

Áhugatímar:
·        “Uppliva menniskju Jesus trúfastan?" - Jógvan Zachariassen
·        "Rættvísi - at gera rætt" - Hanna Vang
·        "At vera leiðari á Zarepta" - Zarepta
·        "At síggja persónin í demensinum og vera avvarðandi" - Róland í Skorini
·        "Tikin av sjórænarum" – samrøða við Jógvan Páll Sevdal

Leygardagin kl. 20 verður møti í Ítróttarhøllini á Kambsdali, Anita Tausen, Synøva av Rana og Jákup Hansen tala. Sangbólkurin Døgg úr Betesda luttekur.
Ungdómsmøti verður kl. 22. Klæmint Eliasen talar.Páskadag er familjumøti kl. 12. Sharon Ellingsgaard og Oddur á Lakjuni tala.
Kl. 14 verður møti við breyðbróting, Jógvan Zachariassen talar.
Máltíð verður millum møtini kl. 13.15.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo