Zacharias Zachariassen - Tíðarhúshaldini

Zacharias Zachariassen - Tíðarhúshaldini (21.januar 2017)

Tað er við virðing og takksemi, at vit minnast Zacharias Zachariassen úr Gøtu. Zacharias hevur í nógv ár við stórum trúfesti og ídni undirvíst í Orði Guds. Hetta hava bæði yngri og eldri havt stóra gleði av. Zacharias var av sonnum ein Orðsins tænari, og ein hin virknasti bíbliulærarin vit hava havt í Føroyum í nýggjari tíð. Zacharias var altíð frammaliga í huganum tá ið vit skuldu skipa fyri bíbliutímum til orðið.fo. Ein av orsøkunum til, at vit fóru undir verkætlanina orðið.fo, var at taka upp og varðveita bíbliuundirvísingina hjá m.a. Zacharias Zachariassen. Í bíbliuundirvísing var Zacharias sjáldsama greiður, nærlagdur og eyðmjúkur. Vit eru takksamir fyri at kunna varðveita dýrabøru bíbliuundirvísingina, til nútíðar og framtíðar ættarlið. Serliga eru tað bíbliutímarnir um tær tríggjar síður frelsunnar (rættvísgerðingin heilaggeriðingin og dýrdargerðingin) og nú tíðarhúshaldini, ið vit serligani minnast Zacharias fyri. Vit vilja við hesum fáu orðum vísa okkara takksemi fyri tað fyrimynd, ið Zacharias var og tað hann hevur lagt eftir seg. Æra verið minnið um Zacharias Zachariassen.

Bíbliutímarnir hjá Zacharias um tíðarhúshaldini kunnu síggjast her: TRÝST HER

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo