Søguna sig mær um Jesus - Felagssangur

Felagssangur á samfelagsstevnuni í høllini á Hálsi í Havn 9. november 2014.

Klaver: Niels Johannessen
Orgul: Henry Olsen

1098 í Nýggju Sangbók Guds Fólks
Orð: Fanny Crosby

Týtt: Victor Danielsen

 

1. Søguna sig mær um Jesus,
orðið at hjarta mær før,
sig mær ta søgu so dýra,
boðskapin besta á jørð.
Songin, sum hirðarnir hoyrdu,
songin um frøi og frið,
songin um heiður til Harran,
lat okkum syngja hann við.

Niðurlag: Søguna sig mær um Jesus,
orðið at hjarta mær før,
sig mær ta søgu so dýra,
boðskapin besta á jørð.

2. Eina í oyðimørk varð hann
freistaður ferð eftir ferð,
hørð vóru fíggindans álop,
tó, síggj, hann sigrandi er.
Sig frá hans sút og hans sorgum,
syng um hans sveitta og stríð.
Vanvirdur, einsamur, armur
var hann í bygd og í bý.

3. Sig frá teim tímum so tungum,
tá ið á trænum hann hekk,
syng um hans sigur so stóran,
tá hann av grøvini gekk.
Kærleik her stóran eg síggi,
størri, enn áður eg sá,
kærleik, ið loysti tær leinkjur,
harí eg trælbundin lá.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo