Ingálvur, ársins fløga 2017

Leygarkvøldið 10.mars var tiltakið FMA2018 (Faroe Music Awards) í Norðurlandahúsinum.

Fløgan, "Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar" sum Evangeliska Røddin gav út í fjør, fekk heiðurin "Ársins fløga 2017.
    
Netportalurin "in.fo" skrivar: "Tað er ein av Føroya størstu listafólkum, Ingálvur av Reyni, sáli, ið vann fyrstu virðislønina á Faroe Music Awards í kvøld. Tað gjørdist greitt, tá ið Levi Hanssen, umboðandi Visit Faroe Islands, kunngjørdi, at fløgan "Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar" hjá Ingálvi av Reyni vann Ársins útgávu í Opna flokkinum."

Dómsnevndin sigur í niðurstøðuni:
"Hóast tólv ár eru liðin síðan Ingálvur av Reyni fór av foldum, so gav Evangeliska Røddin í fjør út tvífløgur við 30 sangum eftir Ingálvi av Reyni, og fevna sangupptøkurnar á fløgunum um eitt tíðarskeið á gott og væl tríati ár, frá 1958 til 1989. Tað er hendan útgávan við sangunum hjá Ingálvi av Reyni, sum í kvøld hevur vunnið eina FMA-virðisløn."

Ólavur Jøkladal, umboðandi familju Ingálvs, tók ímóti og takkaði fyri heiðurin.

Kelda in.fo - Hallur av Rana 10.03.2018 (19:39)

 Ársins fløga 2017

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

  

V.f. Ingávur av Reyni Jøkladal og Ólavur Jøkladal umboðaðu familju Ingálvs og Jógvan Hammar fyri Evangelisku Røddina, vóru í Norðurlandahúsinum tá ið FMA-virðislønirnar vórðu handaðar.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo