BÁÐIR, HEIMA HJÁ HARRANUM

Tveir, sum báðir vóru í verki Harrans alt sítt vaksna lív, amerikumaðurin Billy Graham og okkara Zacharias Zachariassen, eru nú heima hjá Harra sínum.
     Í 1993, tá ið netvarp var heilt nýtt, hevði Billy Graham eina fundarøð í Essen í Týskalandi. Zacharias Zachariassen var á staðnum og týddi taluna til føroyskt, og her í Føroyum fylgdu vit við á stórskíggja.

Her ber til at síggja og hoyra taluna, sum var leygarkvøldið 20. mars 1993; fyri fjóðringsøld síðan.  TRÝST HER!

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo