Svein í Prestgarði & bólkur á konsertferð

Komandi vikuskifti fer Svein í Prestgarði við bólki at framføra:

Í SALT í Trongisvági , fríggjakvøld kl 21.00.

í Reinsarínum í Tórshavn leygarkvøld kl 21.00.

Í Betesda í Klaksvík sunnukvøld kl 18.00.

Ókeypis atgongd.

 

Svein hevur verið virkin í tónleikalívinum heilt frá ungdómsárum. Bleiv síðani bundin av rúsdrekka og gavst hann at framføra tónleik alment av hesi orsøk, nøkur ár.

Á sumri 2001 leitaði Svein sær hjálp á Heilrigdinum. Á sumri 2002 bleiv hann andaliga vaktur og byrjaði at syngja gospel sangir.

Í 2015 fór Svein við vinum í upptøkuhøli í USA, og kom fyrsta fløga hansara á føroyska marknaðin og bleiv fagnað av mongum.

Tónleikurin, sangurin um lívið hjá Sveini, fekk inngongd hjá mongum.

Hetta stimbraði undir, at aftur í 2016 kom seinna fløga hansara við heitinum "Minst til Hann elskar teg".
Hesar fløgur, og ferðirnar kring oyggjarnar og uttanlands, hava verið dýrgripir í hjørtum mangra.

 

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo