BILLY GRAHAM FARIN HEIM TIL HARRAN

Amerikanski evangelisturin Billy Graham - ein hin størsti prædikumaðurin í 20. øld - er deyður, 99 ára gamal.

Billy Gramham var ein hin best kendi at boða kristindómin; hann prædikaði kring allan heim í stórum hallum og á leikvøllum, fyrstu ferð í London í 1954.

Hann doyði í heimi sínum í Montreat í Norður Carolina, boðaði ein talsmaður fyri Billy Graham Evangelistic Association frá.

Mett verður, at Billy Gramham hevur talað fyri

um leið 210 milliónum fólkum í 60-ára virkistíð síni. Afturat tí, náddi hann út til nógvar milliónir í sjónvarpi.

Billy Graham var ein hollur sendimaður Guds. Á einum fundi hjá einum ferðandi evangelisti varð Billy Graham frelstur, 16-ára gamal. Hann byrjaði sum "pastor" í samkomuni í 1939.

Tá ið borgararættinda-rørslan tók seg upp í USA, var Billy Graham fyrst ivandi, men varð teimum hollur stuðul seinni í 1950-árunum. 

Billy Gramham varð ikki raktur av teimum gølum, sum nakrir samtíðar sjónvarps-evangelistar hansara vóru fyri.

Hansara brennandi boðan varð hóvligari sum hann eldist og í sambandi við nógva vasan sum er við hóp-evangelisering í sjónvarpi og á netinum.


Kelda: bbc

Les meira:   http://www.bbc.com/news/topics/c1n9wz81502t/billy-graham


Ari av Rana  portal.fo  skrivar m.a. :  

 
Heimskendi evangelisturin, Billy Graham, andaðist í dag, 99 ára gamal. Billy Graham er eitt nú kendur fyri at verða trúnaðarvinur hjá fleiri amerikanskum forsetum, fyri at hava leitt fleiri ættarlið av kristnum amerikanum, og fyri at hava ferðast heimin runt og tala orð Guds.

Graham prædikaði fyri næstan 215 milliónum fólkum yvir seks áratíggju, og bað saman við amerikanskum forsetum, eitt nú Harry Truman og Barack Obama. Aftur fleiri forsetar leitaðu til hansara fyri andaliga vegleiðing, m.a. Lyndon Johnson, George W. Bush og Bill Clinton, skrivar CNN.

Søgufrøðingar hava sagt, at Billy Graham hevði ómetaliga stóra ávirkan. Summi kalla hann “pastorin hjá USA”, meðan onnur kallaðu hann “protestantiska pávan”.

Sambært felagsskapinum Billy Graham Evangelistic Association valdu fleiri enn tríggjar milliónir fólk at gerast kristin sum úrslit av tænastuni hjá Billy Graham, meðan hansara talur blivu hoyrdar í 185 av heimsins 195 londum.

- Hann var møguliga mest ráðandi átrúnaðarligi leiðarin í hansara lívstíð. Ikki meiri enn ein ella tveir pávar, kanska ein ella tveir persónar afturat, kundi koma tætt uppá tað, sum Billy Graham megnaði, sigur William Martin, fyrrverandi søgufrøðingur á Rice University og rithøvundur av bókini “A Prophet with Honor. The Billy Graham Story”.

Billy Graham varð føddur 7. november 1918 í Charlotte, North Carolina. Hann giftist Ruth Graham í 1943. Hon andaðist í 2007. Saman áttu tey seks børn.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo