Óli og Judy gullbrúdleyp

Poul Jóhan Djurhuus skrivar: 

 

JUDY OG ÓLI Á GRØMMA
- gullbrúdleyp

Klaksvíkingurin Óli á Grømma fór til USA í sekstiárunum, har hann hevur virkað sum trúboðari innan missiónsfelagsskapin New Tribes Mission (NTM). Hann giftist við Judy í 1968, og saman hava tey virkað sum trúboðarahjún síðani. Tey hava ferðast um allan heim, har tey vitja trúboðarar og taka lut á stórum trúboðarastevnum. Virkisøkið hjá Judy er fyri tað mesta

skrivstovuarbeiði, meðan høvuðsuppgávan hjá Óla er at prædika og undirvísa, og eisini at vegleiða trúboðarar í praktiskum viðurskiftum.

Júst nú eru tey stødd í Malaysia, har tey komu leygardag 3. feb. Ein samkoma hevur bjóðað Óla at prædika yvir eitt ávíst evni, sum kemur at fevna um meginpartin av hesi vikuni.

Frá november til jólaaftan vóru Óli og Judy í Filipsoyggjunum, og haðani fóru tey til Chiang Mai í Teilandi, har sonurin Dan og konan Christy búgva. Judy og Óli hildu jólini saman við teimum. Judy og Óli siga, at Dan og familjuni líkar væl at virka í Teilandi, og at tey hava tað gott í allar mátar. 

Meðan Judy og Óli vóru í Teilandi, vóru tey á eini altjóða stevnu fyri NTM-leiðarar. Luttakararnir á stevnuni vóru úr Asia, Norður Amerika, Suður Amerika, Afrika, Stóra Bretlandi og Europa. Høvuðsevni á stevnuni var samkomugrundan. Seinni í summar verða Óli og Judy í Suður Amerika.

Meðan tey vóru hjá soninum og verdóttrini í Teilandi, høvdu tey tað stóru gleði at kunna hátíðarhalda gullbrúdleyp teirra, sum varð hildið saman við familjuni og vinum, sum komu bæði úr Filipsoyggjum, Malaysia og Teilandi. Tey siga í brævinum: "Vit fingu ein lekran døgurða á einum hotelli, har Dan og Christy, saman við nøkrun vinum, skipaði fyri skránni. Tað var eitt gleðiskvøld. Vit takka Harranum fyri góðsku Hansara og framíhjárættindi at hava tænt Honum, saman, øll hesi 50 árini."

Judy og Óli rokna við at vera í Føroyum frá hálvum apríl til hvítusunnu.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo