NÝGGJÁRSRØÐA

Tala, sum Símun Absalonsen helt á nýggjársveitsluni í Ebenezer 30.12.2017:


Eitt sakleyst nýggjársminni frá barnaárunum rekur fram fyri meg hesar dagar.
Ein maður í okkara grannalagi átti ein sera fittan hund, sum øll børn hildu nógv av.
Men eigarin fortaldi mær ein dagin, at hundurin hevði tað ikki gott tá ið nýggjárið nærkaðist og serliga ringt var tað nýggjársaftan. Tá í tíðini

varð nógv fýrverk selt sum bresti. Hetta slagið av fýrverkið varð seinni bannað við lóg.
 Eigarin gav hundinum heiluvág ella okkurt líknandi.

 Eigarin fortaldi mær eisini, at hundur hansara hoyrir betur enn menniskju og hoyrir helst ljóð øðrvísi og at hann hoyrir ymiskt sum vit menniskju als ikki hoyra.

 Hetta helt eg vera áhugavert og hugsaði mangan um tað seinni. Eg hugsaði: Eri eg partvíst føddur deyvur?   Svarið er JA.

 Seinni lærdi mann í alisfrøði hvat ljóð er og hvussu vit varnast tað. Og vit fingu at vita at meginparturin av tí ljóði sum er rundanum okkum hoyra vit menniskjur ikki. Tað er bert ljóð innanfyri ein ávísan frekvens at vit hoyra.

 Tað sum vit ikki hoyra liggur uttanfyri. Og harav kemur kenda orðið ULTRA, sum merkir hinumegin ella longur.

 Men tað finnast djór, sum hoyra tað sum liggur uttanfyri okkara evni at hoyra.

 Tá mann so seinni lærdi um ljós, sum annars er nakað heilt annað enn ljóð, so var støðan meinlík.

 Menniskjans eyga varnast bert tað ljós har strálingin er innanfyri ávísar bylgjulongdir.

 Her er eisini talan um nakað sum er ultra, uttanfyri, og eisini her eru ávís djór frammanfyri menniskjað.
 Vit kunnu staðfesta, at okkara sansir eru avmarkaðir tá ið tað kemur til tann fysiska heimin.

 Og skal eg loyva mær at nevna onkran annan sans: T.d. evnini at lukta. Vit hugsa t.d. um eina ísbjørn, sum kann lukta ella tevja ein kóp sum er meira enn 1 km burtur.  Ja, tá sita vit kanska við eini kenslu av at vit eru fødd uttan luktisans. Her er nógv ULTRA.

 Vit eru sera avmarkað tá ið tað kemur til at skilja ella sansa tann fysiska heimin.

 Og her hóskar sera væl at nevna eitt orð, sum Jesus í eini samrøðu segði við ein av teim stóru jødisku teologunum: - Trúgva tit ikki, táið eg tali við tykkum um tað, sum hoyrir jørðini til, hvussu skulu tit tá trúgva um Eg tali við tykkum um hitt himmalska!

 Tann andaligi heimurin er jú ULTRA (hinumegin ella uttanfyri) allur sum hann er. Og tí eru tað mong, serliga í Vesturheiminum, sum siga, at alt tosa um ein andaligan heim er bert ein illusión og ævintýr. Ein narrisutta, sum menniskjað hevur uppfunnið, fyri at søkja sær falska troyst.

 Men tað eru nógvir vitnisburðir, ella ábendingar í tí sjónliga heiminum sum peika á, at tað er ein heimur uttanfyri.

 Ein av mongum søgunum um Sherlock Holmes og lærusvein hansara Watson, er, at teir vóru einaferð á eini campingferð saman. Teir løgdu seg at sova í teltinum og nakrar tímar seinni vaknaði Holmes. Tað ver nátt og myrkur. Hann vakti vinnmannin og segði við hann: "Lat eyguni upp og sig mær hvat tú sært."

- "Eg síggi milliónir omaná milliónir av stjørnum," var svarið.

 "Sigur tað tær nakað?" Spurdi Holmes.

 "Ja," segði Watson - "Astronomiskt sigur tað mær, at tað eru millionir av galaksum og helst milliardir av planetum.
 Horologiskt meti eg at klokkan er umleið eitt korter yvir trý um náttina.
 Teologiskt síggi eg at Gud er stórur og at vit eru evarska smá.
 Og metereologiskt haldi eg meg kunna meta, at tað verður gott verður í morgin."

- "Men hvat sært tú?" spyr Watson?

- "Eg havi ikki nógv skil fyri tí tú tosar um, men tað einasta eg síggi beint nú, er, at meðan vit báðir hava sovið, hevur onkur stolið teltið hjá okkum."

 Tað er sera ymiskt hvussu vit observera og behandla tey indtrykk vit fáa frá tí sjónliga heiminum.

 Bíblian sigur okkum, at tann sjónligi heimurin hevur sín uppruna í tí andaliga heiminum og at tann sjónligi heimurin er avmarkaður og forgongiligur. Men tann ósjónligi heimurin er ævigur. Í Kol. 1.15 stendur: "Kristus er mynd Guds hins ósjónliga og hin frumborni als skapnings. Tí í Honum varð alt skapt, tað í Himli tað á jørð, hitt sjónliga og hitt ósjonliga – veri tað nú hásæti, harradømi, tignir ella vald – alt er skapt við Honum og til Hansara."

 Guds orð tosar um sambandið millum tann fysiska og tann andaliga heimin, ikki skilnaðin. Franski filosoffurin Simone Weil segði: "Annahvørt síggja vit støvið á vindeyganum ella síggja vit útsýnið hinumegin vindeygað. Vindeygað í sjálvum sær síggja vit ikki."

 Hyggja vit at Jesusi so síggja vit at tann sjónligi heimurin og heimurin hinumegin vóru sum tveir paralellir vegir. Hann hevði fult yvirblikk yvir báðar og tosaði um báðar sum tað var tað mest nátturliga at tosa um. Her var eingin mystikkur. Men fyri lærisveinarnar var tað ikki altíð líka lætt at skilja.

 Í húsi Faðirs míns eru nógvir bústaðir .....
 Filip segði við Hann: "Harra vís okkum Faðirin og tað er okkum nóg mikið...."
 Jesus segði: - "Tann, ið hevur sæð Meg hevur sæð Faðirin..."
 Nei, tað tyktist ikki at vera lætt at skilja. 
 Men ein sannroynd er tað, at skaparin, sum hevur skapt alheimin, og sum býr í einum fyri menniskjanum óatkomiligum ljósi, sum livir í eini fyri okkum ULTRA verð bleiv, tá tíðin var komin, ein partur av mannaættini. Hann bleiv menniskjasonur.

 Einaferð funnust tað fólkasløg í Miðalhavinum ið kallaðu Gibraltarsundið fyri NON PLUS ULTRA. Tað merkir at tað er einki hinumegin. Hesi orð vóru eisini ætlað sum ein ávaring til sjomenn, um ikki at fara út úr Miðalhavinum út í tað víða Atlantshav, tí tað var kortini einki hinumegin. Tá Columbus seinni fann Amerika fingu spaniólar sær hesi orð í skjaldramerkið PLUS ULTRA. Teir høvdur tikið NON burtur. Nú vistu teir, at tað er nakað hinimegin. Teir høvdu sjálvir verið har.

 Tað er ein sum hevur verið báðumegin. KRISTUS! Esaias segði um Messias øldir undan føðing Krists: "Hann skal ikki træta og ikki rópa og eingin skal hoyra mál hansara á gøtunum."
 Á ein hátt tyktist hann vanligur, men kortini skilti hann seg fullkomiliga burturúr.
 Hóast hann varð opinberaður fyri mannaættini so bleiv hann kortini av fjøldini verandi ULTRA - uttanfyri - tí tey valdu at vera verandi blind andaliga.

 Óteljandi frásagnir og myndatalur eru mangan frambornar bæði í skrivt og talu fyri at lýsa tað gátuføra – inkarnatiónin – tá guds sonur bleiv menniskjasonur. Eg loyvi mær at brúka eina mynd fyri at lýsa hetta undrið:

 Kenda amerikanska tíðarritið Washington Post hevði einferð fingið ein heimskendan violinspælara at spæla á eini metrostøð í amerikanska høvuðsstaðnum. Hetta var eitt eksperiment. Mann vildi kanna hvussu nógv mundu reagera uppá violinspæl í heimsklassa á eini vanligari jarnbreytastøð. Tað er ikki óvanligt at tónleikarar standa á gongugøtum, torgum ella øðrum støðum í stórbýum og spæla alment. So kunnu fólk sum ganga framvið geva teimum nøkur oyru um tey virðismeta tónleikin. Men ofta verða slíkir tónleikarar uppfataðir sum reinir amatørar.

 Tann 12.01.2007 kl 7.51 stillaði ein ungur tónleikari seg við ein vegg á metro støðini í Washington. Hann var í cowboybuksum, eini T shirt og á høvdinum hevði hann ein kepp við logo hjá einum lokalum ítróttarfelag. Hann opnaði ein kassa og harí lá ein violin. Hann tók violinina og stillaði tóma kassan fram so fólk, ið gingu framvið, kundi legga nøkur oyru í, um tey virdu hansara violinspæl.

 So byrjaði hann at spæla og spældi í 43 min. Hann spældi 6 kend klassisk stykkir. Hesar minuttir gingu 1097 fólk framvið. Onkur setti ferðina niður og hugdi at spælimanninum. Men av hesum 1097 vóru tað bert 7 ið steðgaðu longur enn 60 sekund. Og av hesum 7 var tað bert ein ið kendi violinspælaran. Maðurin í cowboybuksum og t-shirt var Joshua Bell, ein av heimsins kendastu violinspælarum. Tríggjar dagar frammanundan hevði hann fylt The symphony Hall, har ein bílig billett kostaði 100 dollarar. Joshua Bell byrjaði sum 4 ára gamal at spæla violin, og hann er so nógv umbiðin, at tann ið bileggur hann má rokna við at gjalda 1000 dollarar um minuttin. Men henda dagin á metro støðini var tað bert onkur ið tveitti onkran mynt í violinkassan.

 Tað var ikki violinin ið hevði feilin. Hann spældi á eina sonevnda Stradivarius violin, ið hevði eitt marknaðarvirði uppá 3.5 mio dollarar. Stykkini hann spældi vóru útvald, m.a. av Johan S. Bach.

 Men nærum ongin legði merki til Joshua Bell. Ongin væntar nakað stórt á eini metro støð. Øðrumegin violinspælaran stendur ein automastisk skógvabust. Hinumegin er ein kiosk, har fólk kunnu keypa bløð, sigarettir og lottoseðlar. Og hetta er ein arbeiðsdagur. Fólk hava skund. Hvør leggur merki til tónleik í heimsklassa á slíkum stað. Fáur.

 Men ein steðgaði upp – ein ung kvinna ið hevði verið í Kongressbygninginum og hoyrt Joshua Bell - “It was fantastic...”, segði hon við Bell.

 Fleiri milliónir hava sæð brotið sum liggur á youtube.

 Í Kongressbygninginum hevði hon hoyrt hann. Har situr maktin. Tað er har tær stóru avgerðirnar verða tiknar og tær politisku linjurnar verða stungnar út.

 Men myndin av violinspælaranum er ein veik mynd av komu Kristusar inn í henda heim. Tann stóra gráa fjøldin helt fram, sum um einki var hent. Valdsharrarnir løgdu heldur ikki merki til nakað óvanligt uttan Heródes kongur, ið vildi drepa barnið.

 Jóhannes evangelistur sigur: - "Hann var í heiminum og heimurin er vorðin til við honum, men heimurin kendi hann ikki. Hann kom til síni egnu, men hansara egnu tóku ikki ímóti honum."

 Hyggja vit at teimum stóru politisku linjunum í samband við komu Messiasar so tykist tað sum at evangeliini kundu verið skrivað við einum færra av speisemi. Kaga vit í gamlar jødiskar skriftir so er ikki so lítið sum verður sagt um norðara landslut ísraelsmanna – Galilea - har Jesus vaks upp og virkaði. Men samanbera vit jødisku søgukeldurnar við evangeliini, so varnast vit skjott, at tað, sum verðsliga søgan metir stórt, er ikki so hátt í metum í evangeliinum og umvent.

 Jødisku skriftirnar í Talmud nevna heilar 63 býir í Galilea. Men Nasaret er als ikki nevndur. Bert 10 km frá Nazaret lá býurin Sepforis. Tað eru fá í dag sum yvirhøvur kennast við hetta navnið. Men Sepforis var kendasti býurin í Galilea á samtíð Jesuar. Býrurin varð nevndur “vakuleikin” ella “perlan í Galilea”. Býurin hevði prominadir, eitt forum, eitt slott, nógv hús bygd úr marmor. Eitt víðagitið teatur við plássi til 4500 áskoðarar. Men hóast býurin hevði eitt blómandi mentunarlív á samtíð jesusar, so er hann ikki nevndur í evangeliinum eina einastu ferð.

 Framvið Galileavatninum lógu nógv størri og smærri búpláss. Tann kendasti av teimum var býurin Tiberias, sum bar navn eftir rómverska keisaran Tiberius. Og í hesum býi hildu politisku leiðararnir stundum til. Men vit lesa ongastaðni í evangeliinum at Jesus nakrantíð steig ein fót inn í henda bý.
 Háborgir fyri mentan, politik og megi var ikki nakað ið dróg kong konganna.

 Men tað funnust smærri búpláss framvið vatninum sum t.d. Betsaida og Kapernaum. Tey fylla nógv í evangeliinum.

 Um eg skuldi gjørt eina varliga samanbering við okkara egna land, so lat okkum ímynda okkum, at ein fremmandur kom til Føroya og dvaldi her eina tíð fyri síðani at skriva eina frásøgn um land okkara.
 Ímynda tær so, at í hesi frásøgn bleiv búplássið Tórshavn ongantið nevnt, heldur ikki Klaksvík ella Skálafjørðurin. Men ístaðin fyri hevur høvundurin hevur valt at gera nógv burturúr Tjørnuvík og Hattarvík.
 Tá vildu vit av góðum grundum sagt, at sum upplýsingartilfar um Føroyar, so manglar henda frásøgnin fullkomiliga proportiónir.

 Og júst soleiðis er tað við søguni um Jesus. Tað stendur á ongan hátt mát við søguligar proportiónir. Men evangeliini eru ikki ein lærubók í geografi ella søgu. Men tey eru innblást og skrivað útfrá guddómiligum proportiónum. Tey eru skrivað fyri at tú skalt trúgva Jesus Kristus er sonur Guds, sum kom inn í henda heim at geva lív sítt fyri teg og fyri at tú við at trúgva skalt hava ævigt lív í navni Hansara.

 Deyði og uppreisn Jesusar er hjartað og sálin í kristnu trúnni. Uttan uppreisnina er als eingin vón.
 Uppreisnin Jesusar verður ikki góðkend søguliga, av tí at ein fyritreyt fyri undrinum er, at náttúrulógirnar verða settar til viks. Tí hevur uppreisnin ikki skrivað seg inn í verðsligar søgubøkur. Danin Poul Madsen sáli, lýsti hetta einaferð soleiðis: "Jesu Kristi opstandelse er ikke en begivenhed i historien. Men det er en historisk begivenhed."

 GOTT NÝGGJÁR 

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo