Nýggjárssangløta í Siloa

Sunnukvøldið, 7. januar kl. 18 verður ein serlig nýggjárs-sangløta við felagssangi og nøkrum framførslum í Siloa í Fuglafirði.

Sungið verður úr Nýggju Sangbók, og nú vit fóru um eitt ársskifti, verður serligur dentur lagdur á sangir, sum á onkran hátt endurspegla hetta.

Umframt nógvan felagssang fara vit at hoyra Mariu á Lakjuni, Sólju Hansen, Barnakórið og Bárð á Lakjuni syngja fyri okkum.

Komið og syngið við – og lurtið! Øll eru meir enn hjartaliga vælkomin.

Aftaná verður ein drekkamunnur at fáa!

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo