Victoria syngur "Mary, did you know"

Pætur Gerðalíð og systrarnar Evy og Victoria á Lakjuni syngja og spæla kenda jólalagið "Mary, did you know".

Lakjufólkini eru kend fyri at hava serligan tokka til tónleikin. Nýggja ættarliðið er einki undantak. Systrarnar Evy og Victoria á Lakjuni hava, saman við Pæturi Gerðalíð gjørt

eitt sjónbandalag við kenda sanginum "Mary, did you Know".

Mark Lowry skrivaði tekstin og Buddy Greene legði lag til.
Victoria syngur, Evy spælir klaver og Pætur Gerðalíð á cello.

Kelda Norðlýsið - Jóhann Lützen

TRÝST HER!

Á føroyskum: 

Maria, visti tú
at Dreingjabarn títt einaferð fór at ganga á vatni?
Maria, visti tú
at Dreingjabarn títt fór at frelsa synir og døtur okkara?

Visti tú
at Dreingjabarn títt kom at endurnýggja teg?
Hetta Barn tú føddi, skjótt fór at føða teg.
  
 

Maria, visti tú
at Dreingjabarn títt fór at geva einum blindum sjónina aftur?
Maria, visti tú
at Dreingjabarn títt fór at stilla stormin við hond Sínari?

Visti tú
at Dreingjabarn títt hevði gingið har einglarnir ganga?
Tá ið tú kysti lítla Barn títt, tá kysti tú andlit Guds?


Maria visti tú -----------
Blind síggja
Deyv hoyra.
Deyð liva
Lamin ganga.
Stumm tala
Prísa Lambinum.

Maria, visti tú
at Dreingjabarn títt er Harri als skapnings?

Maria, visti tú
at Dreingjabarn títt ein dag fór at ráða yvir øllum tjóðum?

Visti tú
at Dreingjabarn títt er fullkomna Lamb himmalsins?
Sovandi Barnið í hondum tínum er Hin Stóri "Eg Eri"
dp

 

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo