Søgan um ein sang

Páll Poulsen skrivar:

Søgan um ein sang, knýttur at sjómonnum
  
Tað eru nú nøkur ár síðan, eg fyrstu ferð hoyrdi sangkórið í Ebenezer syngja henda sangin. Hann er nú komin í Nýggju Sangbók Guds fólks.
  
Hann minti meg á barnaárini í Klaksvík, tá skip fóru. Eg kendi tað sum tað hekk eitt nívandi álvarsemisskýggj yvir mannfjøldina, sum fylgdi, tá menn fóru avstað. Fólk vóru fáorðað. Eingin tosaði hart, einki róp - fyrr enn skipari úr stýrhúsrútinum rópti fram á dekkið og eg minnist ein siga orðini: "So loysa vit!" Minnist onkuntíð, at Kaj Johannesen trein

fram á brúgvaveingin, og segði nøkur orð. Minnist eina ferð Martin Sivertsen at hava gjørt tað.
  
Tá konvoyin við farmaskipinum Karin K á odda fór til Eysturgrønlands, var eg ikki staddur á Kósabrúnni, men hinimegin vánna, og hoyrdi nakað av tí, sum fór fram. Kendi álvarsemi á mær. Minnist, mær tóktist at fráfaringarhaldið var so drúgt!
  
Minnist eisini møti í Betesda, at menn vitnaðu beint áðrenn teir fóru avstað. Tann seinasti stendur so klárur fyri mær - tá var eg vaksin. Palli hjá Mariannu, skipari, reisti seg í ovara borð nakað miðskeiðis ella heldur aftanvert í salinum. Síggi hann fyri mær við myrkabláu troygguni innanfyri jakkan og minnist enn fyrstu orðini: "Nú fari eg avstað aftur, men eg vil fegin lata ein vitnisburð eftir meg,......"
  
Nú eru skipini so góð og samskiftismøguleikarnir so nógvir og góðir, at tað, sum kundi merkjast aftanfyri skilnaðin tá, ikki er rættuliga tað sama í dag.
  
Hann, sum yrkti henda sálmin, var William Whiting, anglikanskur prestur, føddur í Onglandi 1825. Sum smádrongur spældi hann mangan at renna undan aldunum á strondini. Men seinni, á eini sjóferð, kom hann at kenna sanna og ræðandi máttin í aldunum. Tað stóð illa til hjá teimum, sum óløgini skolaðu yvir dekkið, men trúgvin á Gu hjálpi Whiting at vera róligur. Tá stormurin hasaði av, var tað við neyð og deyð, at skadda skipið vann upp havn.
  
Henda uppliving kom at sermerkja hann. Ein søguskrivari tekur soleiðis til: "Whiting var broyttur eftir hesa uppliving. Hann hevði næstan so stóra virðing fyri sjónum, sum hann hevði fyri Gudi, sum skapi sjógvin og valdar yvir honum."
  
Minnið um hesa sjóferðina gav Whiting høvið at troysta ein drong, sum hann undirvísti á skúlanum í Winchester.
  
Ein dagin segði drongurin honum í trúnaði, at hann skuldi við á eini ferð til Amerika - ein ferð, sum tá á døgum var vandamikil. Drongurin varð ræðslusligin við tankan um, hvat møguliga kundi henda. Tann samkenslufulli Whiting greiddi frá sígni egnu ræðandi uppliving, og hann og hinir næmingarnir bóðu fyri tí bangna dreinginum. "Áðrenn tú fert," segði Whiting, "skal eg geva tær nakað, sum tú kanst ankra tína trúgv í."
  
Whiting, sum var royndur yrkjari, fekk sær penn og pappír, og skrivaði eina yrking, ið minti dreingirnar á Guds mátt sjálvt yvir máttmiklu høvunum. 

“Eternal Father, strong to save,
Whose arm hath bound the restless wave.”
Who bidd’st the mighty ocean deep
Its own appointed limits keep
Oh, hear us when we cry to Thee
For those in peril on the sea!
 

Kønir menn meta, at hann lutvís fekk íblástur frá Sálmi 106, ið lýsir eina bjarging í illveðri á havinum. Í vers 28 til 30 lesa vit: "Men teir róptu til HARRAN í neyðini, og Hann frelsti teir úr trongdum teirra; Hann læt stormin vendast í stilli, bylgjurnar rundan um teir tagnaðu; glaðir vórðu teir, tí av stilti, og Hann leiddi teir til havnina, ið teir tráaðu eftir."
  
Hesin sannleikin ekkóar í Nýggja Testamenti, tá Jesus og lærisveinar hansara vórðu fangaðir í einum stormi, sum við eitt brast á á Galileavatni. Jesus "hótti at vindinum og segði við vatnið: „Tig, ver stilt!“ Og vindurin datt burtur, og blikalogn varð. " Mark.4.39.
  
John Dykes, prestur, setti lag til yrkingina í 1861. Sálmurin gjørdist sera populerur við tað sama. Bæði bretskir, franskir og amerikanskir sjómenn tóku hann til sín. Winston Churchill dámdi væl sangin, og hann varð sungin til jarðarferðina hjá amerikonsku forsetunum Franklin Roosevelt, John F. Kennedy og Richard Nixon. Hann verður eisini sungin, tá amerikanski herflotin ella Sjóverjan hava ymisk hátíðar- ella  minningarhald.

 

Alveldis Gud, sum frelsu gav, 

sum bindur storm og villa hav; 

tey djúpu vøtn, tey víðu høv, 

øll mugu lýða tíni krøv. 

Í bøn vit bera fram øll tey, 

á sjónum eru stødd í neyð!

 

2. Áh, Kristus, bert eitt orð frá tær, 

brátt sjógvur legðist, stilli varð. 

Á aldum trygt tín fótur gekk, 

í ódnarveðri blund tú fekk. 

Í bøn vit bera fram øll tey, 

á sjónum eru stødd í neyð!

 

3. Áh, Halgi Andi, tú, sum lá 

við verndarveingjum vøtnum á, 

sum framdi frið um heimsins høv 

og legði logn um nes og nøv. 

Í bøn vit bera fram øll tey, 

á sjónum eru stødd í neyð!

 

4. Áh, Guddómstríeind, kærleiksvøld, 

veit brøðrum várum vernd og skjól, 

lat ódn og álop, eld og sker 

ei kunna skaða teirra ferð. 

Mót Himli takkarsongir tá 

upp stíga landi, sjógvi frá.
 

*William Whiting (Ongl.), 1825–1878. 

{Lag: John Bacchus Dykes (Ongl.), 1823–1876}.
(Sigurd Berghamar týddi). 

Nr.23 í NSGF.

 

Sum eg las um Whiting sum smádrong spæla og renna undan aldunum, kom eg at hugsa um vøkru yrkingina hjá Victori á Lakjuni um smádreingirnar, sum spældu á sandinum í Fuglafirði og runnu undan aldunum. Hann eygleiðri teir, sær teir spæla júst eins og hann aðrir, tá teir vóru smádreingir og kemur á tal við ein teirra. Tað vísti seg, at hann plagdi at spæla við abba hansara. So ekta, náttúrligt -  og bygdaligt.

 

Sum smádrongur lítil 

Orð: Victor á Lakjuni - Lag: Eyðun og Jógvan á Lakjuni

1. Sum smádrongur lítil eg rann her á sandi,
og nú millum piltarnar aftur eg standi;
fram fyri meg renna øll minnini kær.
Eg síggi teir oman mót alduni renna,
so halda teir undan, í hølunum kenna,
at aldan brátt aftur teir fær. 

2. Teir renna og tuska og spæla so kátir 

og merkja ei á sær, at teir eru vátir, 

tí regnið nú oysir tað himinum frá. 

Eg standi væl bjálvaður í einum jakka 

við hettuni smoygdari langt upp um nakka 

og skelvi og skultri mær á.

 

3. ”Kom her, tú mín lítli!” – Hann kemur við skundi. 

”Greitt frá mær um slektina kanska tú kundi?” 

So bilsin hann hyggur í andlitið mítt. 

“Mín faðir er Dánjal, og abbi er deyður,” 

so fryntligt hann svarar, væl dæmdur og reyður, 

og brosið er dámligt og blítt.

 

4. ”Eg kendi tín abba, her mangar vit spældu, 

vit runnu á sandi og oman mót aldu.” 

Hin lítli, hann stendur og lýðir væl á. 

”Nú eri eg gamal, men væl enn eg minnist, 

tá vit vóru smáir – nú flokkurin tynnist 

– tó, alt er tað sama sum tá!”

 

5. Hin lítli, hann lurtar – við høvdinum nikkar, 

gerst ótolin, bráður runt um seg hann kikkar, 

hann smílist og sigur: ”Eg fara nú má!” 

– Á, barnsliga, reina, ódálkaða gleði, 

tá lívið var eydnusamt á hvørjum degi 

– tað aldri eg aftur kann fá!

 

6. Eitt bil enn eg standi og hyggi um sandin, 

í bróstinum kenni eg kenslur sum brandin, 

og aldurnar tala við serskiltum ljóð. 

Har piltarnir renna so kátir og spæla 

– tann myndin er ævig – hon má við meg tala. 

Tann tíðin var stutt, ljós og góð.

 

7. Til hús eg nú raggi so tungur á fóti

– sum tíðin, hon rennur, sum vindurin skjóti, 

og brátt er tað kvøld, eg má siga farvæl. 

Men ljósið og sandin á strondunum gyltu, 

har gleðin er ævig, sum her vit ei skiltu 

– ta sjón eg skjótt síggja nú skal. 

 

 

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo