Nýggj bók: SERSTØK FÓLK Í BÍBLIUNI

ZACHARIAS ZACHARIASSEN, SÁLI, VIÐ NÝGGJARI BÓK!!

"SERSTØK FÓLK Í BÍBLIUNI" kemur í bókahandlarnar 19. desember!
    
Zacharias legði seinasta arbeiðið til rættis í hesi bók, áðrenn hann andaðist tann 21. august 2017. Jógvan, sonurin, skrivaði bókina lidna og gjørdi hana klára til útgávu. 
    
Zacharias elskaði at tosa og tala um persónar í Bíbliuni, og alt lív sítt ferðaðist hann millum samkomurnar og segði frá undurfullu søgunum í Gamla og Nýggja Testamenti. Ikki bert elskaði hann søgurnar, men hann elskaði lærdómin í teimum – líðingarnar, trúnna, tolið, troystina og vónina. 
Serliga elskaði hann at samanbera Kristus við persónarnar í Bíbliuni og vísa á, hvussu
teir avmyndaðu Hann á ein so dýrabaran hátt. Og so heitti hann á tey trúgvandi um at halda fast við vónina um afturkomu Jesusar og endaði altíð við eini áheitan til teirra, sum ikki kendu Kristus, um at venda við av síni egnu leið og við trúgv á Jesus og Hansara fullgjørda verk á Golgata at gerast barn Guds.  
   Partur av hesum

lívskalli Zachariasar kemur nú út í bókini "Serstøk fólk í Bíbliuni", ið telur 285 blaðsíður.  
Bókin kann keypast í øllum bókabúðum kring landið. Hon verður fyrst send teimum, sum eru limir í bókaringinum hjá Leirkerinum.

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo