Páll sóknast eftir gomlum filmi!

Um onkur veit um henda serstaka film at siga, so ber til at siga Evangelisku Røddini frá, so bera vit boðini til Páll.
Vinaliga ring tlf. 21 26 00 

Páll skrivar:
"
Sá, í sambandi við hátíðarhaldið í Zarepta, at filmur varð vístur.
Hetta fekk meg at hugsa um

ein gamlan film - 8mm og super8 - uttan og við ljóði, sum eg tók í árunum 1968 til 1976.
   Eg lænti onkrum filmin, men fekk hann ongantíð aftur!
Á filminum eru myndir av Kathie, fyrru konu míni - tær einastu livandi myndirnar av henni, sum eg veit um.
   Har er m.a. mynd, tá ið vit fiska síl á Leitisvatni, og serliga eina ferð legubørn fara úr túninum í Zarepta, sum eg fekk Robert á Lakjuni at taka fyri meg. Eftir at vit hava koyrt eina billongd við reyða Toyota Dyna lastbilinum við skræddari kalesju, kemur Kathie rennandi at mussa Joy farvæl, sum kom við mær.

   Aðrar myndir eru t.d. Brynleif og Eyfinn í Hornabø kappsvimja í ánni á Sørvági, myndir frá Bíbliuskúlanum o.a.
   Eg eri í ferð við at gera talgilda myndir til børnini og vildi fegin givið teimum hetta minni um mammu teirra.
   Um nakar veit um filmin at siga, so hevði eg verið ómetaliga takksamur, um tit kundu sagt mær frá.
 
Qaqortoq 19. oktober, 2017
Páll Poulsen"

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo