ZAREPTA 50 - ein góður dagur

Leygardagin 14. oktober 2017 varð boðið vestur í Zarepta til 50-ára hald. Dagurin byrjaði kl. 13.00. Á skránni var framsýning, filmsbrot og stórar myndir vóru at síggja. Eisini var ein góður drekkamunnur at fáa gjøgnum dagin.
Tað er við gleði og takksemi fyri Guds stóru signing, varðveitslu  og náði, at vit kunnu telja fimmti ár í ár, síðani Zarepta byrjaði í Vatnsoyrum.
kl. 14.00 var salurin stúgvandi fullur

av fólki. Zarepta-sangir, røður og vitnisburðir var á skránni. Serligur dentur varð lagdur á góða og virðismikla andaliga verkið, sum Zarepta hevur verið fyri børn og vaksin, farnu hálvu øldina og er fyri framtíðina.

Aftur kl. 16.00 var salurin fullur, men av øðrum áhoyrarum. Skráin var tann sama sum kl. 14.00. Umvegis Facebook varð netvarpað úr salinum, so fólk kring allan heim kundu fylgja við.

Hugaligt er at síggja góðu umstøðurnar, sum nú eru í Zarepta. "Niðaralon" er liðug og verður brúkt til gentuhús. Niðriundir er stóra og prýðiliga spælihøllin. Spennandi verður, tá ið nýggja svimjihøllin verður liðug og tá ið vatnorkuverkið fer í gongd.     

Samanumtikið - ein sera góður og væl fyriskipaður Zarepta-hátíðardagur.

-----------------------------------  

 

 

Innbjóðingin:
Skjótt gongur tíðin, tað sanna vit mangan tá vit líta aftur á farnar dagar og ár. Móses syngur í sálmi 90:10 at “vit flúgva avstað”.

Í ørindi 12 er bøn Mósesar: “At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjarta!”

Sum øllum kunnugt, hevur Zarepta sum frálíður mong ár á baki. Tað er við gleði og takksemi fyri Guds stóru signing, varðveitslu  og náði, at vit kunnu telja fimmti ár í ár, síðani Zarepta byrjaði í Vatnsoyrum.

Nógv er broytt gjøgnum árini, karmarnir dagførdir, legurnar fleiri, men endamálið óbroytt: at vinna børn og ung fyri Kristus.

Vit ynskja at gleðast um hetta, saman við tykkum, við at bjóða tykkum vestur í Zarepta leygardagin  tann 14.10.2017. Dagurin byrjar kl. 13.00 og endar kl. 18.00, har skipað verður fyri løtum í salinum og filmsbrot og myndir vera at síggja. Løturnar báðar hava sama innihald, so til ber at velja tíðina á degnum, ið hóskar best. Boðið verður til ein góðan drekkamunn gjøgnum dagin. 

Skrá:

13:00   Tiltakið byrjar
13 – 18

 Filmsbrot víst á skíggjarnar í Niðarustovu og í Glasstovuni á brúnni.

 Endursýning av filmsbrotum hvønn ½ tíma.

13 – 18  Drekkamunnur í matarhøllini
14.00  Løta í salinum við sangi og røðum
16.00  Løta í salinum við sangi og røðum
18.00  Tiltakið endar

Tað hevði glett okkum at sæð mong til hendan dagin.

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo