60+ í Zarepta

Poul Jóhan Djurhuus skrivar:

- Ebenezerlega í Zarepta  
Í seinastu viku var forvitnislig lega í Zarepta. Heitið á leguni var: “Men lívið lær.” Samkoman í Ebenezer skipaði  fyri leguni, ið var fyri eldri í Ebenezer, og varð lýst 60+.

Ein av fyrireikarunum, Anni Fjallsá, sigur

, at áhugin var sera stórur, og at húsið var fullsett. Fýra bíbliutímar vóru settir á skránna. Evnini vóru: "Samanhald og umsorgan", "At bera ávøkst í tolni", "Hirðatænasta", "Royndir og leiðbeiningar" og "Enntá gráhard bera tey ávøkst". Tað vóru Øssur Berghamar, Jústines Eliassen og hjúnini Elsa og Róland í Skorini, ið høvdu bíbliutímarnar.

Annað áhugavert var eisini á skránni: Øssur Berghamar hugleiddi um samkomusangin frá sekstiárunum til dagin í dag, við atliti til sangir hjá Brynleifi Hansen og Zacharias Zachariassen. Eisini var kvøldseta har sjóneykan verður sett á, at tað eru liðin 50 ár síðan Zarepta varð tikið í brúk.

Øssur greiddi m.a. frá undir hvørjum umstøðum, ið kórið, “Eg ynski at tæna Jesusi” varð skrivað. Øssur segði, at Brynleif ynskti at hava eitt temakór til summarleguna í 1970, og í tí sambandi hevði hann avgjørt, at eitt ørindi í Josva skuldi vera evnið tað summarið: “Veljið í dag hvørjum tit skulu tæna.” 

Øssur greiddi nakað soleiðis frá: "Susan og eg høvdu nógv at gera við at fáa íbúðina, í Leivsgøtu 8 úti í Grønlandi klára, tí at vit skuldu giftast um nakrar fáar dagar. So bankar á dyrnar, og tað er Brynleif Hansen, sum stendur í hurðini. Hann spyr um eg kann skriva eitt temakór til summarleguna í ár (1970) og eisini gera lagið til kórið. Eg segði Brynleifi, at eg hevði ringar stundir, orsaka av fyrireikingunum til brúdleypið, og at vit skuldu til Onglands seinni í vikuni, har brúdleypið skuldi haldast. Men Brynleif strongdi á, og úrslitið var, at eg í skundi skrivaði bæði orð og lag, og ávegis á flogvøllin steðgaðu vit á hjá Brynleifi og Elsu í Vatnsoyrum, og tá vísti eg honum kórið og kunnaði hann um lagið.

Kórið gjørdist ein fulltreffari á summarleguni í 1970, og hevur verið ein sannur Zareptaskattur síðani.

Elsa í Skorini, sum var á ungdómsleguni fyrsta árið í Zarepta í 1967, og sum tá var 15 ára gomul, skrivaði dagbók. Tað var sera áhugavert og skemtiligt at hoyra Elsu, á kvøldsetuni mikukvøldið, lesa brot úr dagbók síni frá ungdómsleguni í 1967.

Mikukvøldið varð boðið til sjálvtøkuborð, har matskráin burturav var úr havinum – hummarar, rækjur, skeljar, laksur og nakað væl afturat. Øll vóru á einum  máli um, at hetta stóð einki aftanfyri fleirstjørnað matstøð í útlandinum.

Legan byrjaði týskvøldið 19. september og endaði hósdagin 21. september. Alexandur Samuelsen leiddi kvøldseturnar á ein sera livandi hátt.

Kelda:  Kristiliga Tíðindatænastan

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo