50 ára hátíðarhald í Zarepta

Skjótt gongur tíðin, tað sanna vit mangan tá vit líta aftur á farnar dagar og ár. Móses syngur í sálmi 90:10 at “vit flúgva avstað”. 
Í ørindi 12 er bøn Mósesar: “At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjarta!”

Sum øllum kunnugt, hevur Zarepta sum frálíður mong ár á baki. Tað er við gleði og takksemi fyri Guds stóru signing, varðveitslu og náði, at vit kunnu telja fimmti ár í ár, síðani Zarepta byrjaði í Vatnsoyrum. 

Nógv er broytt gjøgnum árini, karmarnir dagførdir, legurnar fleiri, men endamálið óbroytt: at vinna børn og ung fyri Kristus.

Vit ynskja at gleðast um hetta, saman við tykkum, við at bjóða tykkum vestur í Zarepta leygardagin tann 14.10.2017. Dagurin byrjar kl. 13.00 og endar kl. 18.00, har skipað verður fyri løtum í salinum og filmsbrot og myndir vera at síggja. Løturnar báðar hava sama innihald, so til ber at velja tíðina á degnum, ið hóskar best. Boðið verður til ein góðan drekkamunn gjøgnum dagin.

Skrá:

13:00 Tiltakið byrjar

13 – 18 Filmsbrot víst á skíggjarnar í Niðarustovu og í Glasstovuni á brúnni. 
Endursýning av filmsbrotum hvønn ½ tíma.

13 – 18 Drekkamunnur í matarhøllini

14.00 Løta í salinum við sangi og røðum

16.00 Løta í salinum við sangi og røðum (sama umaftur)

18.00 Tiltakið endar

Tað hevði glett okkum at sæð mong til hendan dagin.

Við ynski um Harrans ríku signing

Zarepta nevnd og leiðsla

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo