BETESDA 100

 BETESDA 100 ÁR
- stórfingið hátíðarhald

Tað eru í hesum døgum liðin 100 ár síðan samkoman í Betesda í Klaksvík byrjaði, og somuleiðis eru tað 100 ár síðan fyrsti salurin varð tikin í brúk, sum longu tá fekk navnið Betesda. Fyrsta Betesda varð tikið í brúk í 1917. 

Samkoman hevur ynskt at hátíðarhalda 100-árið við eini drúgvari skrá, sum fevnir um september og oktober. Hátíðarhaldið byrjaði við einum sokallaðum Betesdadegi leygardagin 02. september, har

øll samkoman, bæði børn og vaksin, hugnaðu og stuttleikaðu sær í og uttanfyri Betesda allan seinnapartin, har tað bæði varð sungið og grillað.

100ára hátíðarskráin er býtt upp í fýra evnisvikur, har evnið tað fyrstu vikuna var FAMILJAN OG HJÚNABANDIÐ. Onnur vikan fevndi frá sunnudegnum 17. september til sunnudagin 24. september er sjálv hátíðarvikan, har nógv søguligt er á skránni, við framsýningum, hugleiðingum og fyrilestrum í Betesda.

Seinasta sunnukvøld varð hugleitt um gongdina í samkomuni seinastu 100 árini, og eisini varð hugt frameftir. Eisini vóru áhugaverdar samrøður við eldri og yngri fólk í samkomuni. 

Týskvøldið 19. september hevði Jógvan við Keldu fyrilestur um sang og tónleik í samkomuni, mikukvøldið 20. september hevði Símun Absalonsen fyrilestur, sum hann kallaði "AV VIÐAREIÐI TIL KLAKSVÍKAR", og hóskvøldið 21. september hevði Eyðun Eltør fyrilestur um VEKINGINA Í KLAKSVÍK FYRST Í SEKSTIÁRUNUM OG FRAM TIL ÁTTATIÁRINI. 

100-ára haldið heldur fram allan oktober mánaða. Dagarnar 06. oktober til 22. oktober verður evnið HIRÐATÆNASTAN, og í døgunum 23. oktober til sunnudagin 29. oktober, verður evnið BØN, TRÚBOÐAN OG EVANGELISERING, og við hesum endar 100-ára-haldið hjá Betesda. 

Skráin sæst inni á BETESDA.fo

Samkoman í Betesda sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin, eisini tey, sum ikki vanliga koma í Betesda.  

kelda:
Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.">This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo