Á Torginum 29. august á R7

Á Torginum týskvøldið 29. august kl 21 á R7.

Byrja verður uppá skaldsøguna “Sornhúsfólkini”. Henda søgan er framhald av “Hjálpt úr neyð” ið hevur verið lisin upp her í sendingini. Absalon Absalonsen skrivaði og Heri Tróndheim lesur.

Eisini vera fleiri sangir ið Zacharias Zachariassen hevur skrivað, týtt og sungið at hoyra.

Absalon Absalonsen talar um eyðmjúkleika, upptøka úr Ebenezer 23. juli 2017.

Eirikur Norðberg leggur til rættis.

Sendingin verður endursend sunnudag kl 12.30.

Copyright © 2017 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo