LOGOS HOPE

Logos Hope í dokk í Sri Lanka

Skipinum tørvar viðlíkahald, og nakrir føroyingar eru farnir at veita hjálpandi hond

 

Logos Hope liggur í løtuni í turrdokk í Colombo í Sri Lanka. Skipinum tørvar harðliga at verða málað.

Uppaftur meira tørvar maskinrúminum viðlíkahald.

Til tess at veita ein hjálpandi hond í maskinrúminum eru teir tríggir Terji á Roykheyggi úr Runavík, Elnar Rasmussen og Einar Berg báðir úr Søldarfirði, farnir yvir til skipið.

Skipið liggur í dokkini til 10. mai. Síðan fer hon til India, har tríggir býir verða vitjaðir.

Komandi ár er ætlanin, at skipið skal í dokk í 4-5 mánaðir í Singapore.Tá verða tveir nýggir ljósmotorar settir í skipið og vónandi nógv av tí gomlu og slitnu útgerðini skift.

Annars ber til at lesa tíðindabræv frá Símun Pætur á Torkilsheyggi umvegis slóðina niðanfyri.

http://www.om.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=188


Kelda: OM Ships International & OM Føroyar

 

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo