Netvarp

R7 - Savn

Month: juni 2020

Nýggj bók “Skuggi hins Alvalda”

Skuggi hins Alvalda er heitið á nýggjari bókaútgávu frá Forlagnum Leirkerinum. Bókin fevnir um lív og vitnisburð Jim Elliots, ið var ein av fimm trúboðarum, sum í 1956 vórðu dripnir av aucaindiánum inni í frumskóginum í royndini at fáa samband við hetta frumskógarfólk til tess at bera teimum evangeliska...
Read More

Á Torginum týskvøldið

Týskvøldið 7 Juli kl. 21.00 á R7 vera hesi vælkendu fittu fólkini – Oluffa og Niels Andreasen úr Klaksvík gestir í sendingini “Á Torginum.” Sendingin verður endursend sunnudagin 12 juli kl. 12.30. Vælkomin at lurta eftir sendingini, sum var send fyrstu fer fyri umleið 4-5 árum síðani....
Read More

KELDUVAÐIÐ sunnudagin

Sunnukvøldið 14. juni kl. 20.00 á R7 Sungið verður “Før tú okkum, Gud Jehova, gjøgnum oyðimørkina. (nr. 1243) “Eg nú Jesusi gevi mítt hjarta,” (nr. 1212)  Orðið fyri dagin: Veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna.”  “Forðum søkti eg, á, Harri, eina signingar frá tær,” (nr. 467)   Jóhan...
Read More

Minningarorð um Zacharias Hammer

Elin Karbech Mouritsen skrivar: Nú tú ert farin, góði Zacharias, vil eg so gjarna skriva um teg og um árini, vit gjørdu Barnaløtuna í KVF saman. Tað var so praktfult at arbeiða saman við tær. Altíð fyrikomandi, blíður og eitt ótroyttiligt arbeiðsgrev. Ofta var sjeymílaferðin í gongd, tí sendingin...
Read More

Minningarorð um Zacharias Hammer

Jógvan Hammer skrivar: Týsmorgunin, 9. juni 2020, fekk eg sorgarboðini, at vinur og samverkamaður okkara í mong ár, Zacharis, var heimkallaður til Harran. Hesi boðini komu sera óvæntað og dátt við, og fekk hetta tankarnar at leita aftur í byrjanartíðina hjá Evangelisku Røddini (EvR), og tað stóra slóðbrótandi arbeiði,...
Read More

Zacharias Hammer farin heim til Harran

Í morgun, tann 9. juni, komu boð um, at Zacharias Hammer er deyður. Zacharias var lærari, men er uttan iva mest kendur fyri sínar sjónvarpssendingar. Fyrst fyri sínar barnasendingar í 1980’unum, ið fleiri vilja vera við eru tað besta tilfarið til børn, sum Kringvarpið nakrantíð hevur framleitt. Síðani fyri...
Read More

Korona netvarp

Av Korona-smittuvandanum og eftir tilmæli frá løgmanni og heilsumyndugleikunum, læstu øll Gudshús í landinum dyrnar Grækarismessudag 12. mars 2020. Sunnudagin 15. mars netvarpaði Evangeliska Røddin møti úr Ebenezer kl. 11.00; somuleiðis Sunnudagsskúlan kl. 12.00. Eisini møtini mikukvøld kl. 20.00 vórðu netvarpað. Hetta hevur hildið á í nærum tríggjar mánaðir. Nú...
Read More

Nýggjur salur í Tasiilaq í Eystur-Grønlandi

Niels og Miriam Vang skriva, m.a.:Gud hevur nú gjørt tað møguligt, at keypa eini passandi hús í Tasiilaq, sum vit kunnu brúka til samkomusal.Vit eru so glað og Harranum takksom. Vit hava longu havt bíbliutíma í nýggju samkomuhølunum. Nú verður lættari og betri pláss, at hava ítriv fyri børn...
Read More