VÁGAR

Leygarkvøldið 2. apríl hevur Betesdakórið úr Klaksvík sangløtu í bydarskúlanum í Miðvági kl. 19.

Kórið, sum í heyst hevur virkað í 85 ár, er kent innan andaligt virksemi her á landi og hevur eisini sungið uttanfyri landoddarnar.

Sungið verður undir leiðslu av Árna Jacobsen og Torkil Mørkøre, sum er væl kendur innan føroyskt tónleikavirksemi.

Sangskráin spennir frá sálmum til lættan kór- og gospelsang við fylgispæli.

Aftaná sangløtuna verður huganløta við einum kaffimunni.

Øll eru væl komin.

Kedron

 

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo