WYCLIFFE bíbliutýðari lat lív

BUMBUBRESTURIN Í JERÚSALEM mikudagin 23. mars var ein yvirgangs atsóknin sum kravdi eitt mannalív og særdi 30, harav nøkur álvarsliga.

Hon, ið lat lív, var 55 ára gamla Mary Gardner, ið hevði stóran alsk til útvalda fólk Guds og landið Ísrael. Mary var ættað úr Orknoyggjum og var á 6-mánaða skeiði á Hebrew University í Jerúsalen, at læra seg hebraiska málið.

Hon hevði eina ætlan, og tað var at týða Gamla Testamentið til Togo málið. Hon virkaði sum trúboðari í Wycliffe bíbliutýðarafelagsskapinum.

James Stockan, stjórnarlimur í Orkoyggjum segði "Mary var ein djørv, áhaldandi kvinna, hvørs ótrúligu roysni í týðing og Bíbliu læru, og førleiki hennara at fáa tað staðbundna málið á Togo á prent til fólkið har, var framúr. Eg havi samkenslu við familju hennara í hesi torføru tíð"

Av teimum 30 ið fingu skaða, eru nøkur enn á sjúkrahúsi, eisini David Amuyel, ið arbeiddi í einari sandwich kiosk beint við. Tað var hann ið legði merki til illgrunaverda pakkan og boðaði løgregluni frá. Hann tosaði við løgregluna í løtuni tá ið spreingingin hendi. David  fekk álvarslligan skaða í beinini.

kelda: Jerusalem Prayer Team

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo