TOM ROBERTS í Føroyum

Kendi prædikumaðurin Tom Roberts kemur aftur á vitjan til Føroya leygardagin 26. mars. Hesaferð steðgar hann her í ein mánað. Hann kom higar fyrstu ferð í 1973, tá ið hann ferðaðist kring oyggjarnar við sínum greiða og máttmikla evangeliska boðskapi.

Sonn vakning tók seg upp, og tað sama hendi, tá ið hann kom aftur í 1976. Síðani hevur hann verið fleiri ferðir aftur, seinast fyri fimm árum síðani, og hvørja ferð hevur  hann borið við sær eitt lívgandi vindblak av andaligari signing, sum hevur nomið mangt hjarta í Føroyum.

Tom er føddur og býr á Bahamaoyggjunum, har hann í meira enn 50 ár hevur virkað sum evangelistur. Hann hevur ferðast nógv í Amerika, eins og í mongum londum í eystur- og vestur Evropa, og hóast hann nú er 75 ára gamal, er hann framvegis ein líka fúsur, dynamiskur og hugvekjandi boðberi evangeliums, sum áður.

Kona hansara, Lesa, kemur við honum, og móti endanum av vitjan teirra, kemur ein dóttir teirra við fýra børnum at vitja, og fylgjast tey øll heim aftur.

Fundirnir byrja í Havn sunnudagin 27. mars í Lívdini og Ebenezer, mikukvøldið 30. mars í Berøa í Saltangará og halda so fram í ítróttarhøllini á Skála 1., 2. og 3. apríl, harnæst á Sandi 5. og 6. apríl, í Skúladeplinum í Suðuroy, vikuskiftið 8., 9. og 10. apríl.

Síðani verður farið til Klaksvíkar vikuskiftið 15., 16. og 17. apríl, har fundirnir verða í Betesda og Badmintonhøllini.

Onnur møti á øðrum støðum verða lýst so hvørt.

Tom endar fundarøð sína á páskum, tá ið hann verður við til páskastevnurnar, fyrst í skúlanum í Porkeri skírhósdag og langafíggjadag, og síðani í ítróttarhøllini í Runavík páskaaftan og 1. páskadag.

Tom og familjan fara avstað aftur úr Føroyum 2. páskadag.

TOM ROBERTS Í ÍTRÓTTARHØLLINI Á SKÁLA NÆSTA VIKUSKIFTI

Samkomurnar við Skálafjørðin bjóða til stóra møtirøð við kenda prædikumanninum Tom Roberts í ítróttarhøllini á Skála 1., 2. og 3. apríl

Skráin fyri møtini á Skála:
Fríggjakvøldið    1. apríl kl. 21.00  - Ung úr Eysturoy (EyOy) skipa fyri sanginum. –
Leygarkvøldið    2. apríl kl. 19.00  - Kvinnukórið úr Nebo luttekur við sangi –
Sunnudagin    3. apríl kl. 11.00  - Minnismáltíð Harrans –  Barnamøti samstundis
Sunnudagin    3. apríl kl. 17.00  - Siloakórið luttekur við sangi –  Barnamøti samstundis

Tað verður Te/Kaffi og okkurt afturvið aftaná møtini fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo