50 ár síðan Victor Danielsen doyði

Mikudagin 2. februar eru 50 ár liðin, síðani Victor Danielsen doyði. Í tí sambandi er ætlanin á møtinum í Siloa mikukvøldið at gera eitt sindur burturúr hesum fimmti ára degi.

Ætlanin er at syngja sangir, sum Victor Danielsen yrkti. Zacharias Zachariassen, trúboðari, fer at hugleiða um Victor, og síðani er ætlanin at lurta eftir eini ella tveimum talum, sum Victor helt. Eftir møtið verður høvi at ogna sær – ókeypis – bøkurnar "Bíblian á føroyskum í hálva øld" og "Talur eftir Victor Danielsen", sum forlagið Leirkerið hevur givið út. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa.

Minningarmøtið um Victor Danielsen byrjar kl. 19.30 mikukvøldið 2. februar.

kelda: 123.fo

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo