Logos Hope

Logos Hope í Beirut 12. des. 2010 - 09:30 Á rundferðini til ymsar býir í Miðjarðarhavinum liggur Logos Hope nú í Beirut í Libanon

Eins og í øllum hinum býunum, hon hevur vitjað, koma nógv fólk á vitjan umborð at síggja bókasøluna og vera við til ymisk tiltøk, tey skipa fyri umborð.

Síðan Logos Hope sigldi gjøgnum Gibraltar sundið hevur hon vitjað á Malta, í Libya og Egyptalandi. Hon lá herfyri nakrar dagar í Port Said í Egyptalandi, men fyrr í vikuni kom hon so til Beirut í Libanon, har hon verður liggjandi á jólum.

Hin 27. desembur heldur hon so leiðina fram og tá fer hon úr Miðjarðarhavinum til Oman, har hon vitjar býirnar Salalah og Muscat. kelda: 123.fo

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo