Internationan gospel meeting - Altjóða møti í Siloa

Sunday evening, December 12th, an international gospel meeting will be in the Siloa Church in Fuglafjørður.

This meeting is first and foremost for foreigners, who understand English – residents and non residents.  For instance crew members on foreign ships in Faroe harbours, etc.  The meeting will be all English – in speech as well as in song.

A comprehensive and balanced program has been set up for the meeting, including: community singing, led by a group of young choir-leaders and good musicians.  Foreign residents will be participating with song and testimony.  Two women – one from Ghana, the other from Saint Vincent  – will be singing;  and the Siloa Choir will be singing a few songs as well.  Everything in English, of course.

A young woman from the Cape Verde islands will be giving testimony.  A short speech will be delivered.

After the gospel meeting, everybody is invited for a free meal.

We welcome you and your friends to the international gospel meeting in Siloa Church in Fuglafjørður – on Sunday, December 12th, at 06:00 p.m.

Samkoman í Siloa: Hetta møtið er fyrst og fremst ætlað útlendingum, sum skilja enskt. Tí verður alt, sum fer fram á møtinum, á enskum máli. Hugsað verður bæði um fólk úr øðrum londum, ið búgva í Føroyum og eisini t.d. um sjómenn, sum í løtuni liggja inni við skipum.

Fjølbroytt skrá verður á møtinum. Góður felagssangur verður, har nøkur ung úr samkomuni syngja fyri og góðir tónleikarar spæla undir. Útlendingar, búsitandi í Føroyum, fara eisini at luttaka bæði við sangi og vitnisburði.

M.a. fara vit at hoyra tvær kvinnur syngja. Onnur er úr Ghana og hin úr St. Vincent í Karibiska havinum. Eisini fer Siloakórið at syngja nakrar sangir – á enskum sjálvandi!

Ein kvinna, sum er ættað úr Kap Verde oyggjunum fer at hava ein vitnisburð. Eisini verður ein stuttur boðskapur borin fram.

Eftir møtið verða øll boðin til eina máltíð, sum sjálvandi er ókeypis.

Heitt verður á føroyingar, sum kenna fólk úr øðrum londum, um at siga teimum frá hesum altjóðamøtinum.

Hóast hetta møtið fyrst og fremst er ætlað útlendingum, sum skilja enskt, eru onnur eisini vælkomin.


Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo