Nýggj fløga

Sølva Ford við nýggjari fløgu

27. nov. 2010 - 17:00

Í dag kemur nýggj fløga við Sølvu Ford á marknaðin. Heitið á hesi nýggju fløguni er "Eg treingi, treingi til Tín". Á fløguni eru 8 kendir sangir, m.a. "Tá tígnandi", "Eymt og í kærleika" og "Lívsæla vissa"

Sølva Ford er væl kend frá útgávuni "Á kærleikans gøtum". Eisini "Troystartámið" á fløguni "Tíðarflóð - Sølva og Bergmenn" frá 1995, varð ógvuliga nógv spældur.

Sølva sigur sjálv á fløguhúsanum, at hon kendi seg kallaða at geva hesar sangir út á fløgu, og hon vónar, at teir verða til signing fyri mong.

Tað sermerkta við hesi fløgu er, at framleiðarin er bert 16 ára gamal. Tað er Ólavur Kartni á Váli Olsen, sum hevur fingist við tónleik í nøkur ár og rekur Kartney Music.

Tónleikarnir eru fleiri kendir, so sum Gunnar Guttesen á klaver og bassspælarin Mikkel Riber, ið spælir saman við eitt nú kenda Rasmus Seebach, Lars H.U.G og mongum øðrum. Fleiri ungir tónleikarar, Karl Andrias Stórá, bass, Kristján Bjarki Purkhús og Pætur Gerðalíð, guitar, Óli Poulsen í Hoyvík, guitar og dobro, eru eisini við. Ólavur sjálvur hevur spælt restina og ljóðblandað, eisini er hann við í bakrøddum og vokalum, har eisini onnur eru við, so sum Barbara (Carlsen) Chaparro, Karl Johannesen, Anna á Váli Smith og Sølva sjálv.

Johann Petersen hevur sniðgivið húsan. Sólmei Eydna Nólsøe hevur tikið myndir.

Óli Poulsen (DK) hevur mastrað og Evangeliska Røddin gevur út.

Fløgan kemur í handlarnar nú um vikuskiftið og kostar kr. 120.00.

 

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo