U.S.A.

Obama vitjar Billy Graham

Herfyri var Barack Obama, forseti og vitjaði Billy Graham

Vitjanin kom í lag, stutt eftir at sonur Billy Graham, Franklin, kom í satt ódnarveður í amerikanskum miðlum, tí hann hevði úttalað seg heldur neiliga um muslimar.

Billy Graham er 91 ára gamal og nakað veikur til likams, men hann fylgir framvegis við gongdini, hóast tað er sonurin, Franklin, ið stendur á odda fyri, og førir víðari felagsskapin Billy Graham Evangelistic Association, BGEA, sum gamli Graham stovnaði í 1950.

Obama hevði eina drúgva samrøðu við aldrandi evangelistin, og teir bóðu saman. Franklin Graham var til staðar. Eisini Michelle Obama var við á vitjanini.

Billy Graham hevur verið andaligur ráðgevi hjá tólv ymiskum forsetum í U.S.A., heilt frá Harry Truman í fimmtiárunum, men Obama er fyrsti forseti, ið hevur verið á vitjan í heimi hansara.

Vitjanin er umstrídd, tí konservativ kristin í USA eru illa nøgd við at Billy Graham vil hitta Obama, meðan muslimar hinvegin dáma lítið, at Obama velur at vitja Graham.

Kelda: Fleiri ymiskir amerikanskir miðlar

© Edmund Joensen - NETAVÍSIN

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo