GRØNLAND

Juvél II í "rokfiskiskapi"

- við ongum troli, ongari nót og ongum línustampum og eini óavmarkaðari kvotu í Grønlandi

Juvél II kom til Hirtshals í desember mánaða í fjør til umfatandi nýgerð. Skipið lá í Hirtshals í fýra mánaðir, har sjálvboðin úr Føroyum og menn frá smiðjum í Hirtshals arbeiddu hvønn einasta dag út í eitt, uttan tær løturnar, fyrrapart og seinnapart, tá tey á Malta komu oman við nýgjørdum drekka og kaku.

Nógv er gjørt við skipið, og høvuðsnýgerðin er, at skipið varð innilokað. Innanveggjað er tað vorðið nógv størri og rúmligari. Messan og gallan eru gjørdar av nýggjum, og eru nú á sama dekki. Nýggja messan er bæði snøgg og rúmlig, og nú ber til at bjóða nógvum fólki umborð til møti og ein drekkamunn aftaná. Miðskips, eru kømurini gjørd av nýggjum við tveimum koyggjum, har niðaru koyggjurnar kunnu gerast til dupulkoyggjur. Sofa, sofaborð, vask og skrivaraborð er inni á nýggju kømurunum  ein sonn hamskifting frá einum gomlum skipi til eitt nýtt skip.

Fólk í Hirtshals undraðust yvir tað góða arbeiðslag, sum eyðkendi arbeiðið umborð á hesum fremmanda skipinum, sum hevði ligið við bryggju mitt í býnum í meira enn fýra mánaðir. Onkur spurdi enntá hvat áskriftin á skortsteininum merkir, sum er JOH.3,16 (bíbliubrotið í Jóhannes evangelii kapitul 3 og ørindi 16). Ein slíkur spurningur gav gott høvi til at greiða frá endamálinum við Juvél II.

Fiska menniskju
Einki trol, eingin nót og eingir línustampar eru umborð á Juvél II. Óivað er onkur toskatráða, okkurt lodd og kanska onkur snella, tí tað kann vera gott at fáa okkurt kókið upp úr sjónum til tey 22 fólkini, sum manna Juvél II. Men fiskiskapurin hjá Juvél II er ikki fiskur, men menniskju, sum Jesus segði við fiskimannin Pætur: Frá nú av skalt tú ikki vera fiski-fiskimaður, men tú skal vera menniskja-fiskimaður.

Týsdagin 15 juni fór Juvél II av Klaksvík við kós móti Grønlandi, har teir hava siglt millum fjarskotnar bygdir í Vesturgrønlandi. Tað tók eina viku úr Føroyum til Nuuk, har teir komu týsdagin 22. juni. Andrias Petersen úr Norðdepli var skipari á ferðini yvir. Longu tveir dagar seinni vóru teir í bygdini Kangámiut, sum liggur norðanfyri Lille Hellefiske bank. Har fingu teir roynt messuna sum møtisal. Av tí, at einki høli var tøkt í bygdini at hava møti í, bjóðaðu teir bygdfólkinum umborð til møti, og ikki færri enn uml. 70 fólk møttu upp til møti í nýggju messuni umborð á Juvél II. Aftan á møtið var hugnalig samvera við drekkamunni.

Síðani gekk leiðin norður til Diskovíkina, sum var tað norðasta teir komu í summar. Á leiðini norður hava teir vitjað millum 20 og 25 størri og smærri bygdir við traktatum og hildið møtir. Síðani gongur leiðin suðureftir. Steðgað verður í Nuuk, har teir liggja 10.  12. august. Síðani gongur leiðin víðari suðureftir, har teir eisini vitja seyðahaldarnar í Suðurgrønlandi miðskeiðis í september. Óli Steinberg hevur verið nógv millum seyðahaldarnar og kennir nógvar av teimum væl. Seinasta vitjanin verður í Narssarssuaq, og tá kemur nýggj manning umborð, sum skal sigla skipið heim til Føroyar, har tað kemur at liggja í vetur.

Hallgrím Miðberg
Hallgrím Miðberg úr Saltangará hevur verið við nakrar vikur í summar, bæði sum kokkur og sum spælari á møtunum. Hann greiðir frá, at nógv fólk eru komin til møtini bæði í landi og umborð, og at messan er sera væl egnað til møtir. Á fleiri støðum ber ikki til at koma til bryggju við skipinum. Tá verður farið í land við innbjóðingum til møti umborð, og so verður fólkið flutt við smábátum millum land og Juvél II. At bjóða til møtir umborð er ein nýggjur møguleiki, sum ikki hevur latið seg gjørt áður. Hallgrím sigur, at nógv brúkt klæðir eru við skipinum, sum verða býtt út til tey, sum tørva.

Hetta kemur væl við hjá nógvum av teimum, sum skipið kemur í samband við. Eisini sigur Hallgrím, at nýggja gallan umborð riggar væl, og er bæði rúmlig og praktisk.

Hann upplýsir eisini, at nógvir grønlendingar hava verið andaliga vaktir av orði Guds, har skipið hevur vitjað í ár. Nógvir hava ynskt at fáa meiri at vita um andalig viðurskifti, fleiri eru komnir fram til forbøn, og nógvir eru, sum hava játtað trúgv á Jesus higartil í summar.


Óli Steinberg
Óli Steinberg hevur verið við í summar, men hevur verið heima nakrar dagar. Undirritaði hitti Óla í heimi hansara í Klaksvík seinasta mánakvøld. Hann greiddi frá arbeiðinum og tað var heilt greitt, at tað var ein glaður og væl nøgdur maður, sum greiddi frá missjónsarbeiðinum umborð á Juvél II. Hann er eisini sera væl nøgdur við nýgerðina av skipinum. Óli Steinberg er ein av undangongumonnunum og leiðarunum í hesum arbeiðinum. Hann fór aftur til Grønlands í gjár, týsdagin, og hann fer umborð í Nuuk, har skipið hevur ligið nakrar dagar, áðrenn teir seta kósina suðureftir, fríggjadagin 13.august.

Sambært ferðaætlanini, sum Sámal Poulsen hevur á síni facebook, so verður siglt til Føroyar, úr Narssarssuaq, týsdagin 14. september, og roknast kann við, at Juvél II verður aftur í Føroyum uml. 20. september eftir ein væl eydnaðan fiskitúr í Grønlandi, har uml. 45-50 støð hava verið vitjað, fleiri hundrað Grønlendskar bíbliur givnar út og mong hava verið nomin av orði Guds.

Um onkur ynskir at stuðla arbeiðinum umborð á Juvél II ber til at flyta á konto í Norðoya Sparikassa 9865  1036194. Um ein ynskir, at stuðulin skal til ávíst endamál, kann tað eisini viðmerkjast við flytingini.

Poul Jóhan Djurhuus/This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo