NÝGGJ FLØGA

T.O.S. komin á marknaðin við fyrstu fløguni

Fyrsta fløguútgávan hjá bólkinum T.O.S. , stytting fyri Tollarar og Syndarar, er nú komin. Heitið á fløguni er: Til tann, ið oyru hevur!

Fløgan fæst kring alt landið og á www.tutl.com.

10 sangir eru á nýggju fløguni hjá T.O.S. Alt tilfarið á fløguni er nýtt, heimagjørt og føroyskt. T.O.S. er mannaður við fimm tónleikarum: Bárður á Lakjuni, Eiler Hansen, Jan Nónklett, Jógvan Símun Sevdal og John Eliasen. Øll manningin er innan úr Eysturoynni. Sólrun Ásta Haraldsdóttir og Ólavur Jákupsson syngja kór á nøkrum løgum.

Tónleikurin er annars ikki so lættur at bólka - kann kanska sigast at vera ein góð blanding av Santana og Jularbo. Í øllum førum er talan um spennandi, øðrvísi og yvirraskandi tónar, har harmonikan, klokkuspælið, melodikan, mandolinin, pípuorglið og onnur forkunnug ljóðføri eru frammalaga í ljóðmyndini, sum annars eisini fevnir um tey meiri siðbundnu ljóðførini sum trummur, bass og guitar.

Tað er Jens L. Thomsen, ið hevur produserað fløguna, og T.O.S. og Ólavur Jákupsson hava co-producað. Upptøkurnar eru í høvuðsheitum gjørdar í Sólarmagn á Velbastað og á Støkumørk, Innan Glyvur. Nikolaj Vinten mastraði í Medley Studios í Danmark. Rógvi á Lakjuni hevur sniðgivið og gjørt húsan, og tað er Tutl, sum gevur út.

Á www.tollararogsyndarar.com finnur tú eisini veg til myspace og facebook profilin hjá T.O.S.

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo