LOGOS HOPE

Botnurin reinsaður

Logos Hope liggur í løtuni í Las Palmas á Kanarisku oyggjunum. Kavarar hava verið niðri og reinsað gróður av botninum.
Tá nógvur gróður er á skrokkinum, seinkar hetta ferðini og økir um oljunýtsluna, tí er neyðugt at reinsa hetta burtur.
Eitt kavarafelag í Las Palmas hevur átikið sær arbeiðið. Sjey kavarar vóru mánadagin niðri og beindu burtur gróður. Tað tók teimum seks tímar at fáa hetta frá hondini. Ymisk amboð vórðu nýtt. Roterandi bustir og serlig skavi- og boniútgerð.

Hetta verður á enskum nevnt "taking the beard off" ella "raka skeggið av". Nú vóna tey so, at skipið siglir ómakaleysari og nýtir minni av dýru oljudropunum
Kelda: OM Ships International
© Edmund Joensen - NETAVÍSIN
Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo