BETESDA Í KLAKSVÍK

Eldrasamkomurnar byrja aftur.

Eldrasamkomurnar í Betesda byrja aftur fríggjadagin 17. september kl 15

So er summarið farið at halla og innandura tiltøkini, byrja aftur fyrsta dagin.

Eins og vetrarnar frammanundan verða, um Gud vil, so verða eldrasamkomurnar í Betesda tiknar upp aftur eftir lokna summarsteðgin.

Fyrsta Eldrasamkoman verður nú fríggjadagin 17. september kl. 15-17.

Á skránni er frásagnir, felagssangur, sersangur og eisini verður sum vant
kaffi og køkur. Hugnaligt prát hoyrir eisini løtuni til, har eldri hittast og kunnu tosa saman.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

kelda: nordlysid.fo

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo