ÍSLAND

Jógvan Purkhús 46 ár í Íslandi

 

 

Jógvan Purkhús 46 ár í Jøklanna- og Eldfjallanna landi

Í døgunum 10. til 24. september vitjar Jógvan Purkhús, sum er ættaður úr Klaksvík, í Føroyum. Saman við undirritaða, sum hevur lagt ferðina til rættis, vitjar hann í fleiri samkomum, har hann talar og greiðir frá trúboðaravirki sínum í Íslandi hesi seinastu 46 árini.

Jógvan er føddur og uppvaksin í Klaksvík, og er Klaksvíkingur í hjartanum við stórum K, men á pappírinum er hann Íslendingur við stórum Í. Jógvan er glaður fyri eisini at vera Íslendingur, tí tað var hetta landið, sum Harrin legði honum á hjarta sum ein blaðungur drongur, tá hann arbeiddi á bedingini hjá Kjølbro og gekk á møti í Betesda.

Petur Háberg, sum skrivaði og gav út blaðið Lív og Læra, skrivaði ofta tíðindatilfar og greinar um trúboðaramarkina í Íslandi. Í oktober-útgávuni í 1962 tekur Petur soleiðis til í oddagreinini: .."Fyri durum okkara liggur Ísland. Har eru so fáir í verki Harrans .... Føroyingar fara til Íslands at sportast ... hvussu nógvir fara fyri Harran? Kennir eingin seg kallaðan av Gudi at fara við hinum signaðu tíðindum til jøklanna og eldfjallanna land? .. Hvat gjørdi tað, um tað var ein timburmaður, ein skrivari, ein smiður, ein fiskimaður, ein rokskipari  minni í Føroyum" bert tað var ein víngarðsmaður meir í Íslandi?

Kanna landið
Hetta hevði sterkt árin á unga tannáringin í Klaksvík, og eitt andaligt kall byrjaði at taka skap í hansara hugaheimi. Bert 19 ára gamal, í 1962, fór Jógvan til Íslands at kanna landið. Eyðun Eltør og Zacharias Zachariassen vóru eisini við í fylginum. Stór evangelisk fundarrøð var um hetta mundi í Reykjavík, við Kanadiska Prædikumanninum, Oswald Smith. Jógvan upplivdi á hesi ferðini at hoyra og síggja evangeliið verða kunngjørt fyri íslendingum, sum í stórum tali komu til møtini.

Longu árið eftir, í 1963, fer Jógvan aftur til Íslands. Hesaferð ger hann ein túr til dreingjaleguna við Ástjørn, sum liggur á Norðurlandinum. Á hesum túrinum  fekk hann innlit í barnaarbeiði hjá samkomunum í Íslandi.

22. juni í 1964 siglir ferðamannaskipið Dronning Alexandrine av Klaksvíkini á veg til Íslands. Umborð er Jógvan, sum tá var vorðin 21 ára gamal. Aftaná tvær "kanningarferðir" til landið gjørdi hann av at fylgja kallinum og fara til Íslands, har hann giftist í 1965 og hevur búleikast í 46 ár. Hann giftist við Rósu, sum er fødd og uppvaksin á Akureyri. Tey eiga fýra børn, Jákup, Elsa, Anna og Dávid. Tey fyrstu árini búðu Jógvan og Rósa á Akureyri, men seinastu nógvu árini hava tey búð í Reykjavík.

Tænastan
Tey hava øll hesi árini hjálpt til á summarleguni við Ástjørn, har Jógvan hevur sæð nógvar Íslenskar dreingir og gentur, allastaðni frá í landinum, taka ímóti Jesusi. Hesi eru nú vaksin og eiga sjálvi børn, sum koma á summarlegu.

Umframt at hava virkað bæði í samkomuni á Sjónarhæð á  Akureyri og í samkomuni í Nupalind í Reykjavík, so hava Jógvan og Rósa verið ein virksamur partur av felagsskapinum Gideonittarnir. Har var Jógvan skrivari í 5 ár. Ígjøgnum hendan felagsskapin hevur hann verið við til at býtt út bíbliur og nýggja testamentir á hvørjum ári til túsundir av Íslenskum skúlabørnum.

Jógvan og Rósa høvdu í fleiri ár eina sending í kristiligu útvarpsstøðini í Reykjavík, LINDIN. Sendingin var annanhvønn sunnumorgun kl.09.00 har tey spældu tónleik, høvdu eitt orð út frá bíbliuni og tóku ímóti bønarevnum beinleiðis í telefonini. Í dag hevur Jógvan einaferð um mánaðin dagsins orð á hesi somu radiostøð.

Fyrsti trúboðarin
Hesi 46 árini hava boðið upp á mangt og hvat, og ikki hevur móti altið verið so gott. Í sjeytiárunum var tað vanligt, at ungdómar í samkomunum fóru í stórum bólkum  yvir til Íslands at býta traktatir út. Tá var tað altið Jógvan, sum tók ímóti og sum fyrireikaði hesar ferðir. Tey, sum vóru ung í brøðrasamkomunum í sekstiárunum, minnast henda unga Klaksvíkingin, sum fór til Íslands at virka. Fyri mong av teimum varð hann ein fyrimynd, ikki  minst av tí, at hann var fyrsti trúboðaðri í brøðrasamkomuni, í nýggjari tíð, sum fór úr Føroyum í annað land at virka sum trúboðari.

Jógvan hevur ikki gjørt nógv av at ferðast hendavegin at vitja samkomurnar seinastu nógvu árini, og tað nýggja ættarliðið í samkomuni hevur neyvan møtt Jógvani. Tí hevur tað ligið leingi í kortunum at boðið Jógvani at vitja samkomurnar burturav. Hann hevur ofta borið seg undan, men í vár eydnaðist tað at fáa hann at játta at koma.

Jógvani kemur ikki at hava tey stóru møtini við stórum talum, men heldur ynskir hann at vitja samkomur, hava samfelag við Guds fólk og luttaka á møtinum, og greiða eitt sindur frá verki Harrans í Íslandi og hava eitt orð frá skriftini. Jógvan sigur, at hann vónar, at onkur fær lagt á hjarta, ígjøgnum hansara vitjan í Føroyum, at virka sum trúboðari í Íslandi, nú hann sjálvur er vorðin 67 ára gamal.  Ein slíkur skal vera meiri enn vælkomin, sigur Jógvan.

Ferðaðist við Brynleif
Tað er í hesum døgum júst 40 ár síðani Brynleif Hansen, saman við 7 øðrum, andaðist í flogvanlukkuni í Mykinesi. Brynleif hevði, saman við Eyðfinn Poulsen, verið evangeliseringsferð í Íslandi tvær vikur í september í 1970, bæði í Reykjavík og á Akureyri, har hann var í ferðalag við Jógvan Purkhús. Teir vitjaðu fleiri støð har teir høvdu møtir og Brynleif talaði evangeliið til íslendingar við sínum sermerkta ídni. Onkur helt fyri, at handan mannin má tú fáa aftur næsta ár.

Jógvan minnist við stórari virðing hesar seinastu tvær vikurnar saman við Brynleifi í orðsins tænastu, sum eisini vórðu Brynleifsa seinastu tvær vikur í orðsins tænastu. Jógvan kemur eisini inn uppá hetta í eini samrøðu við IKTUS, sum verður send í november.

Møti í Berøa í Saltangará sunnukvøldið 12. september verður sent á kristiligu sjónvarpsrásini IKTUS annað vikuskiftið í oktober, og ein samrøða við Jógvan verður send annað vikuskiftið í november.

Poul Jóhan Djurhuus
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo