Christmas child

Jólagávur til børn.

 

Heimsins størsta jólatiltak fyri børn


Føroyingar fáa aftur í ár møguleikan at at lata eina skógvaeskju við gávum til stóru vælgerandi verkætlanina Christmas Child, sum umfatar børn í ikki minni enn 95 ymiskum londum

Christmas Child er eitt tiltak, sum seinastu árini hevur hjálpt neyðstøddum børnum. Hetta verður framt í verki, við at fólk geva hesum børnunum eina skógvaeskju við gávum.

Hvørt ár verða millum sjey og átta miljónir skógvaeskjur latnar børnum í 95 ymiskum londum.

Í fjør vórðu 4060 skógvaeskjur fyltar við gávum og øðrum lutum sendar úr Føroyum til treingjandi børn kring heimin. Gávurnar verða latnar til treingjandi børn, uttan mun til tjóðskap, politiska sannføring ella átrúnað.

Ein skógvaeskja broytir ikki heimin, men skógvaeskjan hevur alstóran týdning fyri tað einstaka barnið, ið fær skógveskjuna.

Einstaklingar og felagsskapir kunnu lata inn skógvaeskjur, og verða við at geva jólagávur til børn, ið annars ongar gávur høvdu fingið.

Christmas Child hevur til endamáls at vísa Guds kærleika, og at skapa gleði og vón í barnahjørtunum.

kelda:  © Heri Simonsen - Sosialurin

Copyright © 2019 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo