NÝGGJÁRSRØÐA

Tala, sum Símun Absalonsen helt á nýggjársveitsluni í Ebenezer 30.12.2017:


Eitt sakleyst nýggjársminni frá barnaárunum rekur fram fyri meg hesar dagar.
Ein maður í okkara grannalagi átti ein sera fittan hund, sum øll børn hildu nógv av.
Men eigarin fortaldi mær ein dagin, at hundurin hevði tað ikki gott tá ið nýggjárið nærkaðist og serliga ringt var tað nýggjársaftan. Tá í tíðini

Les meira

Á Torginum 9. januar á R7

Á Torginum týskvøldið 9. januar kl 21 á R7.

Lisið verður úr bókini “Sornhúsfólkini”. Absalon Absalonsen skrivaði og Heri Tróndheim lesur.

Petur W. Háberg - Griðstaðirnir. Fyrstu ferð send á Trans World Radio 12. desember 1967.

Eisini verður nógvur og góður sangur at hoyra.

Eirikur Norðberg leggur til rættis.

Sendingin verður endursend sunnudag kl 12.30.

Sending til minnis um Árna Jacobsen

Í Kelduvaðnum nú sunnukvøldið 14. januar kl. 20.00 á R7. Fm.102 og Fm.107, verður ein sending til minnis um vin og bróður okkara í Harranum, Árna Jacobsen kórleiðara hjá Betesdakórinum. Árni andaðist 20. desember 2017 bara 66 ára gamal.

Vit hoyra sangir sum Árni hevur yrkt og týtt, og brot úr taluni sum Steinbjørn O. Jacobsen helt við jarðarferðina 2. jóladag.

Kelduvaðið verður endursent hóskvøldið 18. januar kl. 21.00.
Lagt til rættis hevur Jóhan við Neyst.  Upptøka og tøkni: Kári Kjelnæs.
Enn ein góð og viðkomandi sending frá Evangelisku Røddini á R7.

Nýggjur sangur við Eyðun Jacobsen og Kvartettini í Betesda

EI NÝTIST MÆR ÓTTAST, er ein av seinast týddu sangunum hjá Árna Jacobsen. Týddur 10.11.2017. Árni andaðist 20. desember 2017.

Við hesum sangi vilja Eyðun Jacobsen og Kvartettin í Betesda, æra minnið um Árna Jacobsen.

Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studios í Arden NC, undir leiðslu av Jeff Collins. Røddirnar eru innsungnar í upptøkuhølinum hjá Erik Biskopstø í Klaksvík.

TRÝST HER!

 

Copyright © 2018 Evangeliska Røddin. Øll rættindi ognað.
Forritað hevur Menning.fo